Í mai 1951 lýsti Føroya Arbeiðarafelag, sum Havnar Arbeiðsmannafelag var partur av, aðalverkfall.
Felagið hevði í mars kravt at fáa arbeiðslønirnar upp á 5,40 kr. um tíman, og at konufólkalønir skuldu ikki vera lægri enn 1 krónu enn mannfólkalønirnar. Arbeiðgevararnir kravdu at lækka lønina.
Á midnátt 8. mai varð arbeiðssteðgurin lýstur. Aðalverkfallið stóð við til 20. mai, tá flestu arbeiðsmannafeløg á bygd tóku undir við einum semingsuppskoti og fóru aftur til arbeiðis. Men havnarmenn noktaðu og hildu fram við verkfallinum.
Havnin varð nú at kalla avbyrgd, og støðan var lík krígsstøðu. Arbeiðsmenn fóru inn at Elekstrisitetsverkið í Gundadali og tóku streymin, og tá politiið skuldi seta streymin til aftur, sleptu arbeiðsmenn luftini úr politibilinum.
Fútin var so óttafullur um støðuna, at hann tók stig til at skipa borgaravernd í býnum, har allir vaksnir menn kundu tekna seg at hjálpa løgregluni. Teir vandu til vápnaðan samanbrest í Klubbagarðinum.
Gjøgnumbrotið í spentu støðuni var, at Havnar Handverksmeistarafelag beyð arbeiðsmonnunum 20 oyru meira í løn um tíman, fingu teir arbeiðsfrið, streymin aftur og samferðsluna í rættlag.
Arbeiðsmenninir í Havn tóku á fundi undir við hesum uppskoti og endaðu verkfallið 29. mai.