Havnar Arbeiðsmannafelag fór fyrst í 80’unum at viðgera tryggingarmál, m.a. fyri at tryggja limirnar við deyða. Næsta stig hjá felagnum var ein eftirlønartrygging, sum felagið vildi hava arbeiðsmenn og arbeiðsgevarar at gjalda inní.
Høvuðsmaður at taka stigið var Carl Johansen, ið gjørdist formaður í 1976.
Í 1983 samráddist Havnar Arbeiðsmannafelag saman við arbeiðsmonnum og -kvinnum í Klaksvík og arbeiðskvinnunum í Havn mótvegis arbeiðsgevarunum. Eitt høvuðsmál teirra var at fáa í lag eftirlønargrunnin.
Øllum var greitt, at arbeiðarafjøldin mátti fáa eina eftirlønarskipan. Føroya Arbeiðarafelag vildi, at landið skuldi taka stig til skipanina, men havnarmenn vildu ikki bíða og stovnaðu í 1983 sín egna eftirlønargrunn og fóru at gjalda 1 prosent inn í hann. Seinni eftirlíkaðu eisini arbeiðsgevararnir at lata 1 prosent í grunnin.
Fyrsta útgjaldið úr eftirlønargrunninum var 1. august í 1988. Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin fór ikki at virka fyrr enn í 1997. Sostatt vóru arbeiðsmenn í Havn framskygdir, tá teir stovnaðu sín eftirlønargrunn.