Í Havnar Arbeiðsmannafelag gjørdi nevndin í apríl 1962 av, at skipast skuldi fyri 1. mai dags haldi á Vaglinum.
Jóan Petur Davidsen, fyrsti formaðurin í felagnum, og Maurentius Viðstein, hildu røður. Eisini Erlendur Patursson og Andrea Árting røddu. Andrew Ísheim, formaður í felagnum, skipaði fyri haldinum.
Jóan Petur Davidsen var ikki álvurligur við støðuna, mintist Andrew Ísheim, men tá arbeiðaramarsjurin var liðugur, smekkaði hann hælarnar saman, bretti sær á og helt eina brandtalu – m.a. um tíðina, tá felagið varð stovnað í 1916.
Síðan tá hevur altjóða arbeiðaradagurin verður hildin á Vaglinum hvørt ár, og vanligt er, at 3-4 røðarar hava orðið.
Havnar Hornorkestur møtir trúfast upp at spæla til haldið. Útvarpið hevur eisini í mong ár sent beinleiðis frá haldinum.