Grót verður lempað í bát á Glyvursnesi til havnarútbyggingina
Framstigini, sum Havnar Arbeiðsmannafelag hevur gjørt seinastu árini, hava verið fleiri. Í 2006 broyttust tryggingarviðurskiftini soleiðis, at felagið og Føroya Arbeiðarafelag tóku upp samstarv við ALKA í Danmark.
Eitt annað framstig var, tá tingið í 2011 samtykti, at arbeiðsfólk á privata arbeiðsmarknaðinum skuldu kunna vera heima við løn barnsins fyrsta og annan sjúkradag.
Tá United Seafood kom í fíggjarliga trongstøðu í 2010, varð lykilin snaraður um. Hetta var ikki neyðugt, hildu bæði leiðslan og arbeiðsmannafelagið, men øll fólkini mistu arbeiðið. Í dag hevur felagið Barið landingarmiðstøð á gamla Bacalao.
Fakfeløgini stóðu saman, tá flattaskappaskipanin skuldi setast í gildi í 2011. Tilsamans 78 fakfeløg skipaðu fyri mótmælistiltaki á Vaglinum, og fleiri túsund fólk mótmæltu 3. desember í 2011, men tollaksmessudag varð skipanin samtykt.
Eftirlønargrunnurin, sum felagið tók stig til í 1983, varð í 2014 formliga avtikin, og eftirlønin varð løgd undir Betri Pensjón. Hetta komst av, at grunnurin livdi ikki longur upp til tær skyldur, hann skuldi liva upp til. Nú gjalda limir inn persónliga og ikki kollektivt.
Átakið hjá arbeiðarafeløgunum við Samtaki riggaði væl leingi. Men í 2016, tá lítil gongd hevði verið í samstarvinum, segði Havnar Arbeiðarafelag samstarvið upp, m.a. tí felagið var ónøgt við samráðingarháttin hjá hinum feløgunum.
Felagið hátíðarhelt sín 100 ára dag 16. januar í 2016 í høllini á Hálsi saman við 650 gestum og limum. Í sambandi við hátíðarhaldið komu út bókin “Til arbeiðis! Lív ella deyð!” og filmurin “Stríðsmenn í Havn” um søguna hjá felagnum.