Jóan Petur Davidsen var fyrsti formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag
Havnar Arbeiðsmannafelag varð stovnað 16. januar í 1916, tá vørutrot og dýrtíð gjørdu um seg í Føroyum. Umstøðurnar hjá arbeiðsmonnunum vóru truplar. Lønin var lág, og arbeiðsdagurin var 12 tímar frá klokkan seks á morgni til klokkan seks á kvøldi seks dagar um vikuna.
Havnarmenn vóru tá m.a. arbeiðsmenn, lossingarmenn, handverkarar, prentarar og bakarar, og tankin um at skipa teir í felag búnaðist, tá kjakfelag varð stovnað í 1912 at umrøða teirra viðurskifti.
Tá stigið varð tikið í januar 1916, hongdu arbeiðsmenninir uppsløg kring býin og boðaðu til stovnandi aðalfund í Avhaldinum. Eitt forarbeiði var gjørt á arbeiðsplássunum undan fundinum, og felagið hevði tí longu fingið 150 limir. 100 av teimum møttu á aðalfundinum.
Jóan Petur Davidsen av Sandi, bakari í Havn, setti fyrsta aðalfundin og legði fram uppskot til lóg fyri felagið. Endamálið við felagnum var at gera arbeiðsmenn førar fyri í semju og samanhaldi at kunna røkja felags áhugamál, m.a. í sambandi við arbeiðstíð og arbeiðsløn.
Fyrsta nevndin skipaði seg við Jóan Peturi Davidsen sum formanni og Kristini í Geil sum næstformanni. Limagjaldið varð ásett til 25 oyru. Nýggja felagið setti beinanvegin treytir um nýggjar arbeiðstíðir og arbeiðslønir, sum tað vildi hava arbeiðsgevararnar at ganga undir.
Hetta hevði við sær, at Havnar Arbeiðsgevarafelag fáar vikur seinni varð stovnað.