Fyrra helming av fimtiárunum kom upp spurningurin um, hvussu tætt samband Føroya Arbeiðarafelag skuldi hava við De Samvirkende Fagforbund í Danmark. Hetta var eisini stríðsmál í Havnar Arbeiðsmannafelag seinna helming av 30’unum.
Havnar Arbeiðsmannafelag hevði fingið góðan stuðul frá danska samtakinum undir verkfallinum í 1951, og í felagnum var góður hugur at gerast limur í De Samvirkende Fagforbund. Í 1952 og 1953 atkvøddi Havnar Arbeiðsmannafelag tvær ferðir fyri, at Føroya Arbeiðarafelag skuldi fara uppí.
Føroya Arbeiðarafelag atkvøddi eisini fyri at fara upp í De Samvirkende Fagforbund í 1953, men limaskapurin gjørdist ikki virkin, og á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag í 1955 varð spurt, um innlimanin á sinni var lóglig.
Semja fekst ikki um hetta, og tí varð aftur atkvøtt um limaskapin. Nú atkvøddu 94 umboð fyri at lima Føroya Arbeiðarafelag úr De Samvirkende Fagforbund og bara seks ímóti.
Stutt eftir hetta var limafundur í Havnar Arbeiðsmannafelag. Limafundurin gjørdi av at taka havnarfelagið úr Føroya Arbeiðarafelag, lutvíst orsakað av málinum um De Samvirkende Fagforbund, og lutvíst tí felagið helt seg hava ov lítla ávirkan í landsfelagnum.