Løgregla og verkfalsvaktir á Bursatanga í 2003
Tann 15. februar í 2002 doyði Carl Johansen, og formaður á næsta aðalfundi gjørdist Hans Joensen, sum í 26 ár hevði arbeitt á Bacalao.
Hans Joensen legði dent á, at nú skuldu øll arbeiðarafeløgini samráðast saman, og hann helt eisini, at feløgini áttu at hava eitt felags talurør. Hesin tankin gjørdist seinni til Samtak, ið skuldi geva tí mælska Vinnuhúsinum mótspæl.
Til samráðingarleiðara undir samráðingunum í 2003 valdu øll feløgini Ingeborg Vinther.
Hans Joensen helt, at feløgini skuldu hugsa um krónur og oyru heldur enn prosent, so gjógvin millum samfelagsbólkarnar ikki skuldi vaksa. Semingsmaðurin legði eitt uppskot fyri feløgini, sum arbeiðarafeløgini vrakaðu, og so varð verkfall.
Vikurnar gingu, og verkfallið helt fram. Ein minilig hending var, at politiið legði upp í blokadu hjá arbeiðsmannafeløgunum á Burstanga, tá farmur skuldi í land av Norrønu.
Tann 5. juni í 2003 varð semja undirskrivað millum partarnar. Hetta var fyrsta styrkiroyndin hjá Hans Joensen sum formanni, og arbeiðsmenninir vóru nøgdir við úrtøkuna, tí 8,60 kr. komu upp á lønina í tvey ár.