Nógv ljós hevur í seinastuni verið varpað á heilsuna hjá monnum, og serliga hevur verið víst á, at menn taka fleiri váðar enn kvinnur og tí liva styttri.
Á fólkaheilsuráðstevnu í Sjóvinnuhúsinum varð upplýst, at meðallivialdurin hjá kvinnum nú er 84 ár og hjá monnum 80 ár. Livialdurin er støðugt hækkandi hjá báðum kynum.
Men menn liva framvegis fýra ár styttri í meðal enn kvinnur, og á ráðstevnuni varð nevnt, at hetta kemst av, at menn drekka meira enn kvinnur, roykja meira, eta ósunnari, røra seg minni og ofta eru einsamari.
Haraftrat eru menn fyri fleiri vanlukkum, tí teir hava vandamiklari arbeiðir enn kvinnur – og mangan taka fleiri váðar.
Ein grundleggjandi avbjóðing í sambandi við heilsuna hjá monnum hevur eisini verið, at teir fara ov seint til lækna.
Føroyskir læknar hava kortini sagt, at batar hómast á hesum økinum, serliga millum yngri menn. Teir lata seg kanna, tá teir halda tað vera neyðugt, og tað virkar fyribyrgjandi.
Sjúkur, sum standast av ósunnum livihátti, kunnu vera krabbamein, diabetis 2 og hjarta- og æðrasjúkur. Hesar eru eisini tær kostnaðarmiklastu sjúkurnar at viðgera.
Fólkaheilsuráðið ger javnan vart við, at virkin og sunnur liviháttur kann fyribyrgja lívsstílssjúkum. Tilráðingarnar eru, ikki at roykja, at drekka minni, eta heilsugóðan mat, kropsligt virkni og at vera saman í felagsskapi.
Í sambandi við rørslu verður víst á, at bara eitt sindur av kropsligum virkni hvørja viku kann bøta munandi um heilsustøðuna - eisini langt upp í árini.
Eitt nú er kannað, um munur er á heilsustøðuni hjá 70 ára gomlum monnum, sum hava havt eitt kropsliga virkið lív, og 70 ára gomlum monnum, sum hava verið óvirknir. Teir, sum høvdu verið virknir, vóru nógv betur fyri.
Formaðurin í Fólkaheilsuráðnum, Magni Mohr, var við til at gera hesar kanningarnar. Hann hevur nevnt, at 70 ára gamlir menn, sum altíð hava verið kropsliga virknir, eisini eru betri fyri enn sjálvt 30 ára gamlir menn, sum hava livað eitt kropsliga óvirkið lív.
Nógv kann sostatt gerast at bøta um heilsustøðuna og fyribyrgja sjúkum, og loysnirnar eru ofta ein spurningur um at taka nøkur einføld stig at tillaga liviháttin.
Ein læknavitjan av og á kann eisini gera avgerandi mun.