Nógv ferð er á búskapinum, og arbeiðsloysið er metlágt. Kortini vilja arbeiðsgevarar hava lættari atgongd til útlendska arbeiðsmegi fyri at tryggja framhaldandi vøkstur. Havnar Arbeiðarafelag ávarar ímóti gongdini og mælir til at drýggja arbeiðir til verri tíðir
Føroya Arbeiðsgevarafelag staðfesti herfyri í frágreiðing, at Føroyar eru á toppinum í einum hákonjukturi við metlágum arbeiðsloysi og metstórari arbeiðarafjøld. Felagið mælti landi, kommunum og tí almenna annars til at gera langtíðarætlanir um, hvussu alment virksemi kann leggjast til rættis fleiri ár fram í tíðina.
Havnar Arbeiðarafelag tekur undir við hesum tilmæli, men undrast á, at Føroya Arbeiðsgevarafelag samstundis sigur, at framhaldandi vøkstur skal tryggjast við at geva útlendskari arbeiðsmegi lagaligari atgongd til føroyska arbeiðsmarknaðin.
- Arbeiðsgevararnir tykjast at mótsiga sær sjálvum, tá teir mæla til búskaparligt varsemi og samstundis biðja um lættari atgongd til útlendska arbeiðsmegi at seta meira ferð á búskapin, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag.
Felagið mælir til fyrst og fremst at taka atlit til føroysku arbeiðsmegina, sum skal virka og vinna til lívsins uppihald í Føroyum nú og næstu mongu árini. Í hesum sambandi hava ikki bara land og kommunur eina ábyrgd, men eisini tað privata.
- Okkara ynski er, at alment og privat drýggja arbeiðir, so øll arbeiðini ikki verða gjørd í senn í eini kapprenning um skjóta avgreiðslu og vøkstur. Hetta kemur fyritøkunum og arbeiðandi fólkinum til góðar, tá konjukturarnir venda, tí vit skulu jú øll vera her eisini tá, sigur Hans Joensen.
Bráðneyðugur tørvur er á arbeiðsmegi í løtuni, tí ov mong arbeiðir eru í gongd í senn, heldur Havnar Arbeiðarafelag. Vinningurin, sum fyritøkur síggja fyri sær, verður tó bara ein løtuvinningur, um búskapurin brádliga kølnar, og stóri taparin verður føroyska arbeiðsmegin.
- Vit hava fyrr sæð, hvussu djúpt vit kunnu falla, tá alt steðgar upp. Í teirri løtu er øll útlendsk arbeiðsmegi horvin, og eftir sita limirnir í fakfeløgunum, sum í 100 ár hava vunnið sær lívsneyðug rættindi, sum eisini útlendsk arbeiðsfólk fáa ágóða av í Føroyum í løtuni, sigur Hans Joensen.
Havnar Arbeiðarafelag ávarar eisini ímóti verandi gongd, tí einstakir arbeiðsgevarar hava biðið um, at útlendingar sleppa at gera arbeiðir í Føroyum fyri løn í heimlandinum. Hesum hevur felagið noktað fyri, tí talan hevði verið um at gingið ímóti avtalaðum sáttmálum við dumpingløn.
- Vandi er í løtuni fyri, at vit skeikla ein annars væl skipaðan arbeiðsmarknað og skunda undir óneyðug stríð millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Hugsa vit ikki fram um dagin í dag, verður upptakið bara tað størri seinni, sigur Hans Joensen.