Ársaðalfundur 2022

Ársaðalfundur 2022

Ársaðalfundur

Útsetti ársaðalfundur felagsins verður

Leygardagin, tann 10. septembur 2022 kl. 15:00

á Hotel Føroyum

Skrá fyri aðalfundin:

  1. Frágreiðing frá farna ári

  2. Framløga av roknskapi til góðkenningar

  3. Val av tveimum nevndarlimum:
    Fyri vali standa Martin Wennerstrøm og Kári Johansen. Tá freistin fyri uppstilling til nevndarval var úti, var einki uppskot innkomið. Verandi nevndarlimir verða tí afturvaldir uttan atkvøðugreiðslu.

  1. Val av tiltakslimum

  2. Val av grannskoðara

  1. Uppskot um viðtøkubroytingar (grein 16, 22 og 24) :
    Uppskot er komið inn um at broyta valskeiðið hjá formanninum og  fráboðanarfreistina í samband uppstilling av formansvalevnum og  nevndarvalevnum. Harumframt er uppskot um onkra málsliga broyting, sum eru tengd at omanfyri nevndu broytingaruppskotum.

  2. Ymiskt:

Tryggingarserkøn fólk koma at greiða frá um eftirløn og tryggingarviðurskifti.

  1. Aftaná fundin verður døgurði.

Bussur koyrir úr Steinatúni til hotellið 20 min. áðrenn fundin

Møtið fjølment

Nevndin