Landsstýrismaðurin við vinnumálum, Helgi Abrahamsen, segði á in.fo í farnu viku, at hann hevur ongar ætlanir um at gera tað lættari at fáa útlendingar til arbeiðis í Føroyum.
Hetta segði hann sum svar uppá, at arbeiðsgevarar ferð eftir ferð hava biðið politisku skipanina lata allan heimin upp sum marknað fyri arbeiðsmegi í Føroyum.
Helgi Abrahamsen heldur, at verandi treytir, sum loyva arbeiðsgevarum at fáa arbeiðsmegi úr ES við 500 milliónum fólkum, eru longu rættiliga lagaligar.
Hann leggur aftrat, at føroyingar skulu vera varnir at lata dyrnar ov nógv upp fyri útlendingum, tí hetta kann skapa trupulleikar, sum Føroyar als ikki hava í dag.
Havnar Arbeiðarafelag hevur í fleiri skrivum í vetur ávarað ímóti at lata dyrnar upp á víðan vegg, eins og arbeiðsgevararnir vilja.
Felagið hevur víst á, at útlendingar kunnu fara at verða tiknir fram um familjubundnar føroyingar, at bústaðarkreppan versnar, og lønirnar verða dumpaðar.
- Vit fegnast um, at landsstýrismaðurin er so greiður í málinum. Hann hugsar um samfelagsligar avleiðingar í longdini og ikki bara stuttskygdan løtuvinning, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag.
Ein mismunur á arbeiðsmarknaðinum longu nú er, at útlendingar hava løn tryggjaða 40 tímar um vikuna. Hesi framíhjárættindi hava føroyingar ikki, legst arbeiðið av onkrari orsøk lamið.
- Arbeiðsgevararnir eiga at rætta hendan skeivleikan heldur enn at lata allar dyr upp á víðan vegg. Eisini áttu teir at virkað fyri at fáa føroyska arbeiðsmegi heim, sum verður stuðlað at arbeiða uttanlands, sigur Hans Joensen.