HAF ávarar ímóti víðopnum arbeiðsmarknaði
Føroya Arbeiðsgevarafelag fær ikki afturhald at biðja politiska myndugleikan leggja føroyska arbeiðsmarknaðin víðopnan fyri útlendskari arbeiðsmegi.
Bara í ES búgva 500 milliónir fólk, men hetta er eftir øllum at døma ikki nóg stórt uppland hjá arbeiðsgevarunum. Teir krevja at fáa fría atgongd til arbeiðsmegi um allan heim.
Hetta stuttskygda ynskið tekur ongi atlit til teir trupulleikar, sum tann føroyski arbeiðsmarknaðurin kann koma í.
Havnar Arbeiðarafelag mótmælir harðliga, at føroyski arbeiðsmarknaðurin verður atkomiligari, tí hetta fer at koma føroyskum arbeiðsfólki dyggiliga aftur um brekku.
Felagið veit um arbeiðsgevarar, sum heldur vilja hava útlendingar í arbeiði, tí teir óbundnir av familjulívi í Føroyum eru sinnaðir at arbeiða samdøgrið á tamb.
Tílíkur hugburður setir arbeiðsmøguleikarnar hjá føroyingum í vanda og elvir til mismun millum føroyingar við familju og útlendingar á arbeiðsmarknaðinum.
Felagið vísir eisini á bústaðarkreppuna, sum longu er í landinum. Við lættari atgongd til útlendska arbeiðsmegi økist bústaðartrotið, og uppaftur trengri gerst í Føroyum.
- Allar dyr standa á víðan vegg í løtuni. Tá umræður fiskatilfeingið, hava útlendingar frítt spæl. Í sambandi við ferðavinnuna eru so nógvir útlendingar her nú, at vit sleppa ikki í hagan. Men tað verður ikki við okkara góða vilja, at føroyingar heldur ikki sleppa til arbeiðis, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag.
Hann óttast fyri, at lættari atgongd til útlendska arbeiðsmegi kann elva til lønardumping, tí longu nú veit felagið um dømi, har arbeiðsgevarar hava biðið um loyvi at dumpa lønina.
Hetta hendi í sambandi við, at útlendsk arbeiðsmegi skuldi koma til Føroya, og arbeiðsgevari bað um at sleppa at løna útlendingunum samsvarandi løn í heimlandinum.
- Vit søgdu kortanei, tí tílíkt kemur als ikki upp á tal, sigur Hans Joensen.
Ein mismunur á arbeiðsmarknaðinum longu nú er, at útlendingar hava løn tryggjaða 40 tímar um vikuna. Hesi framíhjárættindi hava føroyingar ikki, legst arbeiðið av onkrari orsøk lamið.
- Arbeiðsgevararnir eiga at rætta hendan skeivleikan heldur enn at lata allar dyr upp á víðan vegg. Eisini áttu teir at virkað fyri at fáa føroyska arbeiðsmegi heim, sum verður stuðlað at arbeiða uttanlands, sigur Hans Joensen.
Havnar Arbeiðarafelag