Havnar Arbeiðarafelag hátíðarheldur hvørt ár altjóða arbeiðaradagin 1. mai á Vaglinum. Hesaferð verður haldið kortini ikki á Vaglinum orsakað av støðuni við korona-sóttini.
Í staðin fer Havnar Arbeiðarafelag í samstarvi við Kringvarp Føroya at varpa tríggjar røður út í útvarpinum kl. 15.00 fríggjadagin 1. mai.
Røðarar í ár verða Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtaki, Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum í Havn, og Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista.
Altjóða arbeiðaradagurin hevur verið hildin í Havn hvørt ár síðan 1962. Tað árið røddu Jóan Petur Davidsen, M. S. Viðstein, Erlendur Patursson og Andrea Árting.
Jóan Petur Davidsen var fyrsti formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, tá felagið varð stovnað í 1916, og M. S. Viðstein var fyrsti formaður í Føroya Arbeiðarafelag.