Havnar Arbeiðarafelag limur í norðurlendskum samstarvi

Havnar Arbeiðarafelag limur í norðurlendskum samstarvi

Havnar Arbeiðarafelag er vorðið partur av norðurslendska felagnum fyri flutningsarbeiðarar, NTF.
Á nevndarfundinum í Nordic Transport Workers Federation í Helsinki í síðstu viku, bleiv umsókn viðgjørd og avgjørt var, at felagið í Havn skuldi gerast limur.

NTF er eitt samstarvsfelag, fyri arbeiðarar í flutningsvinnuni í breiðastu merking, eitt nú innan økini flogferðslu, vegaflutning, havnir og bryggjur, jarnbreytir, almennan flutning, sjófólk og fiskivinnu, vørugoymslu og flutningslogistikk.

Formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag, Heri Reynheim fegnast um limaskapin:

- Tað er eingin ivi um, at hetta er eitt samstarv, ið vit fáa nógv burturúr at vera limir í. Hetta samstarvið fevnir um flest øll Norðurlond, ið eru har, ið flest allur okkara flutningur ferð og kemur umvegis. Vit hava nógv til felags og nógv at læra av hvør øðrum.

NTF fevnir um limafeløg í Finlandi, Noregi, Svøríki, Íslandi og Danmark, og telur yvir 340.000 limir.

Við at samstarva tvørturum landamørk kunnu limafeløgini virknari deila royndir og ávirka mál, sum ávirka allar limir.

NTF virkar sum eitt netverk og trupulleikaloysari, men stuðlar eisini fakfeløgum við at deila upplýsingar um hvat er uppi í tíðini og hvørjar avbjóðingar eru væntandi, eins og hvørjar politiskar avgerðir, ið ávirka flutningsvinnuna í Norðurlondum.

NTF hevur eisini góð sambond við onnur fakfelagssamstarvsfeløg, so sum evropeiska felagið fyri flutningsarbeiðarar, ETF og altjóða felagið fyri flutningsarbeiðarar, ITF, við endamálinum at styrkja og samskipa støðuna hjá Norðurlondum í Evropa og altjóða.

Hóast vit eru smá hvør sær, hava Norðurlondini saman skapt eina sterka rødd í Evropa og øðrum heimspørtum. Hetta er ikki minst orsaka av norðurlendska modellinum, ið eisini fakfeløgini eiga sín stóra lut í at skapa í samstarvi við bæði arbeiðsgevarar og politikarar.

Við limskapinum styrkir Havnar Arbeiðarafelag sína støðu, sum eitt fakfelag, ið virkar í Føroyum, men samstundis er partur av eini stórari norðurlendskari eind.