Í samband við fráboðaða verfallið hjá arbeiðarafeløgunum skal hervið boðast frá, at hesir bólkar ikki eru fevndir av verkfallinum:
· Tey sum starvast innan aling av laksi og smolti á sjógvi og á landi (vanliga nevndir alarir). At rokna uppí eisini formenn.
· Dagrøktarir hjá kommunum.
· Vaktarfólk sum arbeiða hjá trygdarfelag sambært sáttmálanum um vaktarhald.