Krøvini handaði

Krøvini handaði

Sáttmálasamráðingarnar millum tey fýra arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag eru byrjaðar. Partarnir handaðu hvørjum øðrum krøvini fríggjadagin 22. mars. 

Komandi samráðingarfundur verður, eftir páskir, hósdagin 4. apríl.

Sáttmálarnir hjá arbeiðarafeløgunum ganga út 1. mai 2024.