Mótmæli ímóti at broyta reglurnar um útlendska arbeiðsmegi

Mótmæli ímóti at broyta reglurnar um útlendska arbeiðsmegi

Mótmæli ímóti at broyta reglurnar soleiðis at fleiri útlendingar fáa møguleika at koma til Føroya at arbeiða.

Umboð fyri Vinnuhúsið og ein arbeiðsgevara hava verið í fjølmiðlunum, har boðskapur teirra var at tørvur er at geva fleiri útlendingum møguleika at koma til Føroyar at arbeiða, og at hetta ikki bert skuldi galda ES borgarar.

Vit meta ikki at nakað prógv er fyri, at tørvurin er so stórur sum útsagnirnar hjá arbeiðsgevaraumboðunum kundu bent á, og vit halda ikki at arbeiðsgevararnir í nóg stóran mun hava atlit til hvørjar trupulleikar tað fer at føra við sær, um enn fleiri útlendingar koma til Føroyar at arbeiða.

Vit skulu vísa á, at serliga tá talan er um arbeiðsmegi frá londum uttan fyri ES, so eru nógv dømi um, at arbeiðsgevarar gera sær dælt av støðuni hjá hesum fólkum, sum í flestu førum ikki hava møguleika at tryggja sær, at setanar- og lønartreytirnar fylgja føroyskum sáttmálum.

Við at broyta galdandi reglur um fremmanda arbeiðsmegi í Føroyum, so økist vandin fyri sosialari dumping og lønardumping, og vit skulu tí staðiliga mótmæla, at nakrar broytingar verða gjørdar, sum gera føroyska arbeiðsmarknaðin meira atkomuligan fyri fremmandari arbeiðsmegi.

Vegna

Havnar Arbeiðarafelag

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Føroya Fiskimannafelag

Havnar Arbeiðskvinnufelag

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag