Mótmæli ímóti at privatisera fiskatilfeingið

Mótmæli ímóti at privatisera fiskatilfeingið

Mótmæli ímóti at privatisera fiskatilfeingið

Arbeiðarafeløgini í Havn stúra fyri, at ætlaðu broytingarnar í fiskivinnuni fara at elva til, at fiskatilfeingið verður privat ogn hjá nøkrum fáum reiðaríum, og at virðini í vinnuni enda á útlendskum hondum.


Nýggja samgongan hevur sett sær fyri at seta í gildi eina 10 ára loyvisskipan og loyva útlendingum at eiga 25 prosent í feløgum í fiskivinnuni. Øll uppboðssøla skal samtundis avtakast. Ætlanin bendir á eina endaliga privatisering av ogn Føroya fólks í havinum.  

Uppsjóvarflotin hevur farnu árini havt risastór avlop, og meðan sagt hevur verið, at hann ikki kundi endurnýggja seg, hava reiðarí keypt bæði jørð og fyritøkur í Føroyum, sum onki hava við fiskivinnu at gera. Tey hava eisini keypt nýggj skip.

Verður fiskatilfeingið endaliga útflutað og selt nøkrum fáum, skeiklar tað alt føroyskt vinnulív og samfelagið sum heild, tí fíggjarliga valdið savnast á nøkrum fáum hondum. Tað má ikki henda. Eins møguleikar mugu skapast fyri flest møgulig í fiskivinnuni.

Arbeiðarafeløgini í Havn heita á løgtingið um at vera á varðhaldi næstu vikurnar. Gleppur tilfeingið fólkinum av hendi, vendist mest sannlíkt ikki aftur!

Havnar Arbeiðskvinnufelag

Havnar Arbeiðarafelag