Gleðiligt er, at góðar tíðir eru í Føroyum, men vandi er fyri, at príshækkingar útjavna lønarhækkingar, segði formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag m.a. á aðalfundinum 9. mars.
Hans Joensen umrøddi bæði støðuna í samfelagnum sum heild og átrokandi fakfelagsviðurskifti í síni formansfrágreiðing á aðalfundinum.
Um búskaparstøðuna segði hann:
”Í Føroyum hava vit góðar tíðir í løtuni. Føroya størsta byggiverkætlan, Glasir, er um at vera liðug, Føroya størsta tunnilsverkætlan verður í løtuni gjørd liðug millum Havnina og Eysturoynna, og í Havn er stór havnarútbygging í gongd. Eisini verða fleiri hotell bygd í býnum, og nógvir bústaðir eru í gerð.
Hagstova Føroya upplýsti herfyri, at føroyingar í 2018 innfluttu fyri 7,7 milliardir krónur, og at amboð, maskinur og tilfar til byggivinnuna draga innflutningin uppeftir. Eisini innflyta vit nógv meiri brennievni.
Sambært Hagstovuni eru 3.500 løntakarar lagdir aftrat føroysku arbeiðsmegini seinastu fimm árini, og økingin er serliga komin monnum til góðar.
At virksemið er so stórt, er sjálvandi gleðiligt, men vandar eru í hvørjari vælferð. Ein annar mátistokkur hjá Hagstovuni er brúkaraprístalið. Prístalið hækkaði 1,1 prosent í 2017 og aftur 1,2 prosent í 2018.
Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at býlisprísirnir eru hækkaðir serliga nógv , og eisini eru prísirnir fyri ravmagn, brennievni og matvørur hækkaðir.
Hetta hevur alt ávirkan á vanlig fólk, og hesi gongd eiga vit at fylgja væl við, tí líka so gleðiligt, sum tað er at fáa lønarhækking, líka so snópisligt er tað, um hon beinanvegin verður útjavnað av príshækkingum.”