Havnar Arbeiðarafelag hevði aðalfund leygardagin, har formans og nevndarval var á skránni.
Bert eitt uppskot til formansvalevnið var, og var tað virkandi formaður felagsins Heri Reynheim. Hann bleiv tí afturvaldur uttan atkvøðugreiðslu.
Fimm mans stillaðu upp til teir báðar nevndarsessirnar, og úrslitið gjørdist, at Allan Clementsen er afturvaldur og Martin Petersen er nýggjur í nevndini.
Nevndin í Havnar Arbeiðarafelag sær nú soleiðis út:
Heri Reynheim formaður
Kári Johansen næstformaður
Martin Wennerstrøm
Allan Clementsen
Martin Petersen
Skrivari hjá nevndini er Joan Kjelnæs.