SLIT Í SAMRÁÐINGUNUM
Klokkan 22:00 fríggjakvøldið slitnaði í samráðingunum millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið, og semingsstovnurin var boðsendur. Stóru stríðsspurningarnir vóru løn og ein áseting um órímiliga uppsøgn, sum arbeiðarafeløgini vildu hava í sáttmálan.
Arbeiðarafeløgini hava kravt eina lønarhækkan, sum ger, at eisini arbeiðsfólk fáa lut í søguligu góðu tíðunum sum eru. Eisini hevur vigað tungt hjá feløgunum at fáa eina áseting um órímiliga uppsøgn í sáttmálan.
Semingsstovunurin fer at hava fund við partarnar, og síðani frættist nærri um, nær veruliga semingsroyndin byrjar.
Semingsstovnurin hevur útsett eitt møguligt verkfall í eina viku.
Sáttmálin gekk upprunaliga út 1. mei, og síðani hevur sáttmálin verið longdur ímeðan samráðingarnar hava verið.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag
Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
Jastrid W. Niclassen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Arthur Guðjonsson, formaður í klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag