Vit hava í desember 2024 verið á einari ferð í Danmark. Har vitjaðu vit 3F Transportgruppen og fleiri havnir.
Ferðin hevði til endamáls at styrkja okkara samstarv gjøgnum limaskapin í NTF (Nordic Transport Workers Federation).
Eitt av høvuðsúrslitunum av hesari vitjan er, at vit nú hava fingið staðfest eitt munagott og sterkt samstarv við arbeiðarafeløgini í Danmark.
Vit hava ásett greiðar ætlanir um at stuðla hvørjum øðrum í framtíðar ósemjum. Hetta merkir, at verkafeløg í Danmark og møguliga øðrum londum, fara at seta í verk samhugatiltøk fyri at stuðla okkum undir møguligum komandi verkfalli.
Við hesum samstarvi tryggja vit, at verkafólk standa sterkt saman yvir landamørk