Hátíðarhaldið á Vaglinum 1. mai varð hildið í avbera góðum veðri, og væl fleiri fólk enn vanligt lýddu á røðurnar og góða tónleikin hjá Havnar Hornorkestri.
Røðarar hesaferð vóru Marius Rein, fyrrverandi løgtingsskrivari, Karin Kjølbro, fyrrverandi løgtingskvinna, og Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.
Marius Rein hevði eina áhugaverda søguliga røðu um m.a., hvussu havnarmenn fyrr búleikaðust sum fæloysingar, men fingu betri umstøður, tá teir frá 1863 fingu møguleika at keypa sínar traðir.
Hann nevndi, at tá Thorshavn Arbejderforening varð stovnað í 1896, fekk felagið harða mótstøðu. Virksemið datt niðurfyri seks ár seinni, og ikki fyrr enn í 1916, tá Havnar Arbeiðsmannafelag varð stovnað, bragdaði hjá arbeiðsmonnunum.
Karin Kjølbro røddi bæði um nútíð og fortíð, og fitt gjørdi hon burtur úr leiklutinum hjá Andreu Árting sum forkvinnu í Havnar Arbeiðskvinnufelag frá 1937 til 1977. Tá hon legði frá sær, hevði hon vunnið kvinnum rættin til líka løn.
Andrea Árting hevði ein sjáldsama góðan rættvísissans, og hon var langt framman fyri sína tíð, segði Karin Kjølbro, sum fegnaðist um, at Havnar Arbeiðarafelag við bæði bók og filmi hevur varpað ljós á søgu felagsins.
Súni Selfoss segði, at tað er ein grundleggjandi misskiljing, at fakfeløg ikki longur hava nakað at stríðast fyri. Avbjóðingarnar eru uppaftur størri nú enn fyrr, tí arbeiðsmarknaðurin er og fer at gerast meira óútrokniligur og ótryggur.
Hann røddi um nýggja hugtakið, prekariatið, ið eru fólk, sum hóast góðar útbúgvingar bara sleppa í ótrygg og tíðaravmarkað størv. Rætturin til løn undir sjúku, barsilsrættindi og rætturin til eftirløn eru avgjørt ikki ein sjálvfylgja hjá hesum fólkum, segði hann.
- Ongantíð meira enn nú er tørvur á, at fólk skipa seg í feløg, og at fakfeløgini brynja seg til at taka ímóti nýggjum avbjóðingum, segði Súni Selfoss, ið eisini fanst at Føroya bispi fyri jólaaftan at hava sagt, at fakfeløgini gera ov lítið við at verja starvsfólk í uppsagnarmálum.
Eftir hátíðarhaldið bjóðaði Havnar Arbeiðarafelag kaffi og okkurt søtt í hølum felagsins á Tinghúsvegnum, og mong nýttu høvið at støkka inn á gólvið.
Mynd: Súni Selfoss, form. í Starvsmannafelagnum, Hans Joensen, form. í Havnar Arbeiðarafelag, og Jacob Eli Olsen, form. í Føroya Lærarafelag.