Tá havnarmenn vóru fæloysingar

Tá havnarmenn vóru fæloysingar

Marius Rein, fyrrverandi løgtingsskrivari, helt 1. mai áhugaverda røðu um søguna hjá arbeiðarastættini í Havn og tíðina, tá havnarmenn fóru frá at vera fæloysingar til at ogna sær sínar egnu traðir. Røðan kann lesast her

---

Háttvirdu áhoyrarar, kvinnur og menn!

Fyrst vil eg takka Havnar Arbeiðarafelag fyri, at tit hava víst mær heiður og álit at halda røðu her, 1.mai, altjóða stríðsdag arbeiðaranna.

Tá ið Hans, formaður, og eg tosaðu um, at eg skuldi halda røðu her, so var tað mest tað gamla, tað søguliga, eg skuldi taka fram. Og tað er tað, eg ætli mær at gera í dag: At nevna nakrar høvuðstættir og frambrot, ið hava verið við til at mynda arbeiðsmarknaðin her í høvuðsstaðnum gjøgnum tíðirnar.

Sagt verður, at skalt tú skilja nútíðina, so er neyðugt at kenna fortíðina.

Tá ið langabbi mín, saman við argja- og havnarmonnum, laðaði Amtmansborgina, var ein danskur arkitektur í Føroyum og hevði eftirlit við arbeiðinum.  Hann legði merki til, at tá ið veðrið var gott, tá komu teir ikki til arbeiðis, meðan teir drivu á at arbeiða í vánaligum veðri. Hann spurdi tí langabba, sum æt Jákup Andrias Arge, kallaður Jampan, og sum stóð fyri arbeiðinum, hvussu hetta bar til.

Jú svaraði hann, lønin, teir fingu fyri arbeiðið at høgga grót og laða húsini upp, var so  lítil, at teir máttu hava annað arbeiði afturat, so tá ið veðrið var gott, so fóru teir til útróðrar ella á trønna at velta.

Hetta blandingsarbeiðið, bønarmannaarbeiði, at velta og at rógva út, var vanligt her í Havn, tí tað var ikki nóg mikið av arbeiði at fáa, at livast kundi bert av løntum arbeiði.

Havnarmenn vóru í hesi tíðini fæloysingar.

Men teir fingu jørð burtur av Húsagarðsfestinum at velta, leigutraðir. Tað var nógv knoss at velta góðan bø burtur úr haga. Teir veltu eplir, korn og røtur, og so skjótt, sum teir høvdu nóg mikið av bø, at teir kundi føða eina kúgv, kom kúgvin í kjallaran. Alt varð velt við haka, og tað skulu trý hakastikk at loysa ein bøkk.

Petur Háberg hevur, í greinarøð um Stóragarð, roknað út, at í einum kvadratmeturi eru 43 bøkkar, so at velta eitt kúfóður verða loystir 430.000 bøkkar, alt við haka tilsamans 1.290.000 hakastik. Traðarmennirnir løgdu nógv fyri, teir fóru á trønna, áðrenn teir fór til arbeiðis um morgnarnar og aftur um kvøldið. Tað vóru hakin og árin, sum føddi havnarfólk. Einki er at ivast í, at tað  vóru hesar menn, sum Hans Andrias Djurhuus í Áarstovu hevði í huga, tá ið hann yrkti:

Tit, sum í fjøru fór

at skera tara har

og taraleypin bóru

langt inn um haga garð

um mýru, eyr og sand

og korn at næla fingu

tit bygdu hetta land

Í 1863 kom lóg, sum gav havnarmonnum rætt at keypa traðirnar, teir høvdu velt, og tóku allir av. Ein av keypstreytunum var, at seyðahøgur garður skuldi byggjast uttan um allar traðirnar, úr Válgaravík út í Sandagerð. Hesin garður, sum verður kallaður Stórigarður, var umleið 3,5 km langur, og enn síggjast partar av hesum garði, sum hevur verið sum ein Kinesiskur múrur kring Havnina.

Andrias Ziska, skrivar í bók síni ”Tórshavn, lív og vøkstur”, at: ”Henda lóg gjørdi menninar í Havn til óðalsmenn, og nú gjørdist teir javnlíkar øllum øðrum jarðognarum í Føroyum. Teir komu at ráða yvir staðnum Tórshavn og kundu byggja hann og nøra um hann so við og við, sum kreftir og peningamegin teirra gjørdi tað møguligt”.

Tá ið Rasmus Effersøe bygdi vegastrekkið, sum vit kalla ”Ormurin Langi”, var arbeiðslønin í Havn og manga staðni 20 oyru um tíman, men á Tvøroyri var lønin komin upp í 25 oyru. Rasmus vildi ikki vera ringari maður enn teir har suðuri og rindaði tey 5 oyrini meira um tíman enn aðrir – sjálvt um hann skuldi rinda tað sjálvur.

Hetta skrivar Maurentius Viðstein í hugleiðing, sum hann kallar ”Av Orminum Langa og út í Tinganes”. Maurentius skrivar m.a., at Rasmus skaraði fram um mangan í sínari tíð, og hann tókst við so mangt, ið lá uttan fyri hansara vanliga starv. Rasmus Effersøe var ættaður av Tvøroyri og hevði starv sum landbúnðarráðgevari. Hann var hugsjónarmaður, skald og løgtingsmaður.

Ormurin Langi var nú eitt av hesum arbeiðum hansara uttan fyri tað vanliga. Umframt Ormin Langa bygdi hann brúgv úti í Bakka, sum vit kalla fyri Rasmussar brúgv. Hesi gomlu nøvn: Ormurin Langi og Rasmussarbrúgv finnast ikki millum almennu gøtunøvnini í Havn í dag.

Maurentius Viðstein sigur, at menninir, sum bygdu Ormin Langa, fingu avrokning frá Rasmussi í hondina hvønn dag, tá ið arbeiðstíðin var liðug. ”Tað einasta, sum fall í hansara ágóða av Orminum Langa, var tað torvið, ið hann lat skera sær, tá ið teir komu fram á stakgóðan mógv uttan fyri húsini hjá Johann á Lava, skipara. Hann fekk umleið 60 leypar av góðum torvi,” skrivar Maurentius.

Maurentius Viðstein var havnarmaður. Sum ungur var Maurentius fiskimaður, og hann var eisini í langfarasigling. Hann var hugsjónarmaður og var eldhugaður innan fyri føroysku fagfelagsrørsluna. Hann var nevndarlimir og formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, og eisini var hann fyrsti formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

Hann var við til at stovnað Føroya javnaðarflokk og var fyrsti formaður flokksins. Hann var tingmaður fyri javnaðarflokkin frá 1928 til 1936. Hann var eisini fyrsti blaðstjóri fyri floksblaðið Føroya Social-Demokrat. Longu í miðskeiðis  í 1930árunum tók hann seg burtur úr almennum politikki, tí, sum hann segði, at ”hann var alt ov langt til vinstru fyri ta officiellu socialdemokratisku áskoðanina, og har kom hann at vera framvegis”

Maurentius arbeiddi sum prentari á Dagblaðnum og var eisini ein av blaðstjórunum á blaðnum. Í bókini "Horvnar havnarmyndir" eru hugleiðingar og endurminningar, sum Maurentius hevur skrivað í jólabløðini Jólastjørnan og Følv.  Hetta eru vælskrivaður og áhugaverdur lesnaður, serliga fyri okkum, sum hava áhuga fyri Havnar søgu.

Góðu áhoyrarar!

Í 1886 verður Thorshavns Arbejderforening stovnað. Tað var hetta felag, sum heitti á fólk at stovna ein sjúkrakassa, og varð Havnar sjúkrakassi stovnaður hetta sama árið. Sagt verður annars, at mótstøðan móti felagnum var so stór, at tað kostaði felagslimum dýrt, tí teir ikki vórðu bidnir aftur til arbeiðis. Felagið helt á í 6 ár, áðrenn tað var avtikið.

Betur bar til í 1916, tá ið Havnar Arbeiðsmannafelag varð stovnað. Fyrsti formaður felagsins gjørdist Jóan Petur Davidsen, Jóan Petur hjá Kitti, sum var ættaður heiman av Sandi, og sum tá arbeiddi sum bakari í Havn. Eg kann til stuttleika nevna, at millum nýggju nevndarlimirnar var abbi mín Marius hjá Pedda.

Fyrsti formaður felagsins, Jóan Petur Davidsen, var við í tí fyrsta landsstýrinum, sum varð skipað, eftir at heimastýrislógin kom í gildi í 1948. Sum landsstýrismaður hevði Jóan Petur fingið ávíst skrivstovuhøli í Bakkapakkhúsinum í Tinganes, men har var einki innbúgv. Jóan Petur fór tí til ein keypmann í Havn, sum seldi skrivstovuinnbúgv, og frá honum keypti hann skrivaraborð og ein skrivstovustól, og varð hetta sent út í Tinganes.

Jóan Petur fór til løgmann, Andrass Samuelsen, við rokningini, sum løgmaður skuldi ávísa til gjaldingar. Hann fekk greitt at vita frá Andrassi, at tað var eingin peningur til skrivstovuinnbúgv, og at hann mátti lata borð og stól inn aftur, og keypmaðurin kom út aftur í Tinganes eftir tí. Tá í tíðini var ikki talan um nakra eykajáttan. Jóan Petur var løgtingmaður í 34 ár.

Diaba hjá Sunnuvu, Andrias Debes, sum í nógv ár var nevndarlimir í Havnar Arbeiðsmannafelag, og sum eg kendi ógvuliga væl, segði mær, at bæði arbeiðsgevarar og arbeiðarar settu eina æru í, at teir skuldi samráða seg til eina semju uttan um semingstovn og verkfall, tá ið sáttmálasamráðingar vóru fyri. Hetta eydnaðist oftani, men við hvørt vóru partarnir so langt frá hvørjum øðrum, at eingin semja fekkst, og verkfall varð veruleiki. Soleiðis var í 1951, tá fekst ikki semja millum partarnar. Sjálvur var eg 9 ára gamal tá og minnist nógvar hendingar frá hesum verkfalli.

Havnin var at kalla í undantaksstøðu í 1951. Tórshavnar havn varð stongd, einki skip slapp til ella frá bryggju uttan ein slupp hjá AT á Tvøroyri, sum kom norður við umboðsmonnum frá Fylking, sum eisini var í verkfalli. Ein trolari lá uttast á molanum. Eitt kvøldið sleptu teir endunum og sníkti seg av stað. Eingin bilferðsla var í bynum, og arbeiðsmenn gingu í mótmælisgongu runt í gøtunum. Elverkið í Gundadali varð støðgað, og Havnin lá í streymloysi.

Dimmalætting kom út í ”nødavis”, sum var duplikerað við hond. Fútin var bangin fyri trygdini hjá havnafólki, at hann skipaði fyri borgaravernd, har m.a. sjómansskúlanæmingar vóru við. Endin á verkfalklinum var, at handverksmeistararnir bjóðaðu hondverkarunum 20 oyru meira um tíman fyri at fáa teir aftur til arbeiðis, og hesum tóku teir av. Handverkararnir vóru tá limir í arbeiðsmannafelagnum og vóru tí eisini í verkfalli. Og tá ið arbeiðsgevarar eisini tóku undir við uppskotinum hjá meistarunum, endaði varkfallið við, at tímalønin í Havn hækkaði við 20 oyrum.

Góðu áhoyrarar!

Miðskeiðis í 1980'unum kom nýtt fyribrigdi inn í arbeiðsmarknaðin í Havn. Manna millum varð hetta rópt ”prosentið hjá Karl”. Karl Johansen, Karl hjá Talis, var formaður í arbeiðsmannafelaginum, tá ið hugskotið um at skipa ein eftirlønargrunn kom fram. Inngjaldið skuldi vera eitt prosent av lønini.

Verkfall var í 1985 og Havnar- og Klaksvíkar Arbeiðsmannafeløg tóku undir við semingsuppskoti, har hetta eftirlønargjald var við, meðan Føroyar Arbeiðarafelag og arbeiðskvinnufeløgini í Klaksvík og Havn feldu semingsuppskotið. Tey vildu hava meira løn, ”prosent” kundi ikki etast, og eftirløn var nakað, tað almenna skuldi taka sær av. Endin varð, at streikan varð støðgað við løgtingslóg, men tá var ”prosentið hjá Karl” blivið til krónur og oyru.

Hetta, at arbeiðsmenn fóru at gjalda inn í grunn til eftiløn, var eitt satt gjøgnumbrot á privata arbeiðsmarknaðinum. Tað vóru bert tænastumenn, sum fingu eftirløn, og so tey, sum arbeiddu eftir donskum sáttmálum. Eftirlønargrunnurin hjá arbeiðsmannafelagnum var so væl fyri, at tá ið fíggjarkreppan var í hæddini í 1990'unum, og Havnar kommunu ikki kláraði fíggjarligu skyldir sínar, tá lænti eftirlønargrunnurin hjá arbeiðsmannafelagnum kommununi pening, m.a. til at gjalda stuðulin til útbyggingina av neystinum hjá Havnar Róðrarfelag, sum býráðið hevði samtykt at gjalda, men tá ið ástóð, ikki átti penng til. Nú er eftirlønarskipanin skipað soleiðis, at øll – uttan løgtingsmenn - gjalda inn til sína egnu eftirløn, ja, enn tá løgmaður, eftir einum leisti, sum byrjaði við ”prosentinum hjá Karl”.

Góðu áhoyrarar!

Føroyingurin var noyddur at arbeiða saman, bæði á báti, í bø og í haga. Eins og tá er samanhald neyðugt í dag, um stór mál skulu náast, og nú vit hátíðarhalda 1. mai, altjóða stríðsdag arbeiðanna, er vert at hava í huga, at verður gingið sameind fram í fylking, tá er leiðin greið til sigrar at vinna. Eg fari at enda her við at lesa nøkur ørðindi úr yrkingini ”Hin tíðin, ið rann”, sum ein av formonnum Havnar Arbeiðarafelags, Maurentius Viðstein, hevur yrkt:

Hin tíðin, ið rann,

hin tíðin, sum svann,

so djúpt hevur sett síni merkir,

har illgongt var, ruddað er – grønskandi kann

ein nú síggja vøllin, ein aldri fyrr fann,

geva vón, at vit nú standa sterkir.

Tøkk fái tit allir, ið stríddist so hart

og harðastu tøkini tóku,

tit stóðu í skúmandi ódn, beiskt og hart,

um menn vildu køva tað, tykkum var kært,

ristu dygt tit teir stóru og klóku.

Og stríðast vit enn á tí somu leið,

har tit róðu andstreymin stranga,

í fylking vit mennast, tá svitast tað ei,

at vit vinna áfram, og gøta er greið,

bert um sameind í fylking vit ganga.

Framhaldandi góðan 1. mai, og takk fyri, at tit lýddu á!