Tað nýtist ikki at vera so fløkjasligt

Tað nýtist ikki at vera so fløkjasligt

Tað nýtist ikki at vera so fløkjasligt

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag sendi í fyrradagin tíðindaskriv út, har tey kastaðu um seg við tølum: Talvur, semingsuppskot, og faldan av tímaløn + eftitløn upp í mánaðarløn, alt í einum ellibita. 

 

Umframt eina klosutta roynd, at fáa semningsuppskotið, ið tey vrakaðu, at tykjast sum teirra uppskot.

 

Um hetta var annað enn ein roynd at forvirra lesaran, so er hon miseydna. 

 

Eftir stendur, at eftir langa seming, so var hægsta boðið Vinnuhúsið kundi koma við: 4,20 kr. um tíman fyrsta árið og 2,76 kr. seinna árið, ella tilsamans 4,8% yvir tvey ár. 

 

Hetta skal haldast uppímóti einum prísvøkstri á 12% seinastu tvey árini, og at arbeiðarafeløgini hava verið meira enn rímilig til samráðingarnar í 2020 og 2022.  Tí vinnan sambært Vinnuhúsinum stóð fyri hóttafalli orsaka av fyrst korona og síðan krígnum í Ukraina. 

 

Men vinnan hevur tað gott, og har er einki hóttafall. Yvirskotini eru methøg, og verkafólk vilja sjálvandi hava sín part av virðunum, ið tey skapa. Sum er kann ein arbeiðari ikki liva av síni løn.

 

At eftirlønin eisini er afturútsigld broytir ikki uppá, at ein arbeiðari ikki kemur uppá turt av lønarvøkstri á 4,8% yvir tvey ár.

 

Ordiliga løn, tað er kravið! 

 

Tað nýtist ikki at gerast óneyðug fløkt!