Aftur í ár skipar Havnar Arbeiðarafelag fyri 1. mai dags haldi á Vaglinum. Haldið verður sunnudagin kl. 15.00.
Røðarar verða Mary Antonsdóttir forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, Sjúrður Skaale løgtingsumboð og Kári Johansen nevndarlimir í felagnum. Havnar Hornorkestur spælir í sambandi við haldið. Tulkatænastan luttekur.
Havnar Arbeiðarafelag hevur regluliga skipað fyri 1. mai dags haldi síðan 1962. Dagurin verður hildin í sambandi við, at 1. mai er altjóða arbeiðaradagur.