Verkafólk okkara í 2025

Verkafólk okkara í 2025

Vit liva í einum samfelagi har tørvur er á politiskari raðfesting av teimum, sum stríðast undir trongum fíggjarligum korum.
Her í 2025 eru skattalættar og pensjónsaldur millum heitastu málini. Men hava vit skapt eina skipan, sum veruliga tekur hædd fyri teimum, sum stríðast við kropsligum og fíggjarligum avbjóðingum? Hetta er ein av grundleggjandi politisku spurningunum vit eiga at hava fremst við inní nýggja árið.
 
Skattalættarnir, sum sambært samgonguni skulu gagna øllum, gera í veruleikanum størri mun á ymiskum starvsfólkabóikum. Verkafólk, heilsuhjálparar og funktionerar eru millum tey við minsta ágóða. Eg skilji ikki, at man politiskt velur at økja um munin, og geva veruliga ágóðan til bólkar, sum frammanundan eru væl betri stillaðir.
 
Sambært tølum frá samgonguni fær eitt verkafólk við vanligari løn ein skattalætta á 7.000 krónur um árið í 2025 samanborið við 2023.
Her haldi eg eisini at tað er vert at hava í huga, at hetta eru fólk sum starvast fulla tíð. Hetta er munandi lægri enn ein heilsurøktari,ið kann spara 10.000 krónur í skatti, og tær 13.000 krónurnar, ið t.d. sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar kunnu fáa, og nógv minni enn tær 25.000 kr, ið eitt húski við tveimum hægri løntum (t.d ein lærari og ein handverkari) kann fáa.
 
 
Tað skilst at samgongan ætlar at justera eitt skattatrin, sum gagnar teimum við miðal- og hægri løn. Samstundis sum verkafólk, við lægri løn fáa munandi minni ágóða.
Hetta økir bara munin í samfelagnum, soleiðis, at tey, sum hava minst fáa minst, hóast júst hesin bólkur, hevur størstan tørv á fíggjarligum stuðli í eini tilveru við hækkandi útreiðslum til mat, húsarhald, og orku.

Eg meti, at skattalættar, sum ikki fyrst og fremst gagna teimum, við lægstu inntøkunum, eru órímiligir og virka ímóti málinum um eitt javnari samfelag.

Tá tey so samstundis hækka pensjónsaldrin, gera tey brekkuna brattari, hjá verkafólki at draga virðini hjá samfelagnum. Hækkingin av pensjónsaldrinum rakar verkafólk serliga meint, tí tey arbeiða í tungum og kropsliga krevjandi størvum, sum elva til slit og heilsutrupulleikar, áðrenn pensjónsaldurin verður rokkin.

At krevja, at verkafólk skulu arbeiða longur, meðan teirra skattalættar eru nógv minni enn teirra miðal- og hægri løntu starvsfelagar, vísir á ein ójavna, ið krevur politiskar loysnir.

Verkafólk hava altíð gjørt sítt fyri at byggja land, tí skulu tey sjálvandi ikki standa eftir við minstum ágóða, tá skattalættar verða býttir út. Her má samgongan tryggja teimum størri fíggjarligt frælsi, men eisini taka hædd fyri teirra arbeiðs- og lívstreytum.

Tað er tó vert at viðurkenna, at samgongan hevur gjørt eitt stig ímóti skattalættum, sum kunnu hava jaliga ávirkan á nakrar bólkar í samfelagnum. Vit síggja ein glotta í hesum, men vilja heita á samgonguna um at taka eitt stig longur og vísa verulig samfelagsatlit.
 
Tað hevði klætt samgonguni at verið solidarisk, og sett tørv og rættvísi í hásæti. At tryggja størri fíggjarligt frælsi til lág- og miðalinntøkur hevði ikki bert verið ein praktisk loysn, men eisini eitt tekin um sosiala ábyrgd.
 
Við verkafólksins áhugamálum í huga
Heri Reynheim
Formaður
Havnar Arbeiðarafelag