Fýra arbeiðarafeløg - Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag – hava í dag havna seminsuppskotinum, og lýst verkfall á sáttmálaøkinum.
• Pínumarkið hjá okkum er somikið langt frá semingsuppskotinum, at vit beinanvegin avgjørdu at havna uppskotinum. Limirnir hjá okkum mugu fáa eina veruliga lønarhækkan, siga forfólkini í arbeiðarafeløgunum.
Hetta var fráboðað Semingsstovninum á middegi í dag á fundi millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Tá ið semingsmaðurin avgjørdi at leggja frá sær, handaðu arbeiðarafeløgini mótpartinum eitt skriv, har boðað var frá arbeiðssteðgi.
Arbeiðssteðgurin fevnur um allar limir og øll arbeiðsøki, sum feløgini umboða.
Arbeiðssteðgur um alt økið
Arbeiðsøkið fevnir til dømis um arbeiðsfólk á fiska-, uppisjóvar- og alivirkjum, byggivinnu, vaskifólk, bussførarar, lossarar, vaktarfólk, jørð- og betongarbeiðarar, reinhaldið og ruskinnsavnan, rottangabilaførarar, lastbila-, trailara- og tangabilaførarar, veg-, havna- og tunnilsarbeiði, heilsølu- og lagurarbeiðarar, hotell- og matstovuvinnuna, arbeiðsfólk hjá landi og kommunum, vaskfólk hjá landi og kommunum uttanfyri havnina o.m.a.
Arbeiðssteðgurin kemur í gildi týsdagin 14.05.2024 kl 00:00 (á midnátt mánadagin).
Niðanfyri ber til at lesa fráboðanina frá fakfeløgunum, sum handað var arbeiðsgevarunum.
”FRÁBOÐAN UM ARBEIÐSSTEÐG
Nú semingsroyndirnar eru endaðar skulu undirritaðu feløg boða frá, at arbeiðssðegur verður lýstir at koma í gildi týsmorgunin 14.05.2024 kl. 00.00 (á midnátt mánakvøldið)
Arbeiðssteðgurin fevnir um allar limir í feløgunum og fyri øll arbeiðsøki, har møgulig skrivlig avtala ikki er gjørd um undantak frá arbeiðssteðginum.”
Við fakfelagskvøðu,
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðarafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag