Nú fyrsta vikan av verkfallinum lækkar móti endanum, er gleðiligt at síggja, at limirnir bakka upp um verkfallið, og at vit standa saman um kravið um neyðuga lønarhækking til verkafólk.
Verkfallið hevur verið virðiligt og friðarligt, hóast at tað er sera umfatandi.
Tað er tó eingin ivi um, at tað merkist, hvussu stórt arbeiði verkafólk gera í gerandisdegnum, nú tað ikki verður gjørt. Á øllum økjum er gerandisdagurin hjá fólki broyttur.
Fyri ikki at raka vanliga føroyingin ov hart, hava arbeiðarafeløgini givið neyðug undantøk, soleiðis at lív og heilsa ikki er í vanda. Men samstundis, hava vit tryggjað, at verkfallið merkist hjá teimum, ið tað skal merkjast hjá.
Í nøkrum førum hevur verið neyðugt við blokadum, fyri at tryggja at verkfallið verður virt. Men blokadurnar hava somuleiðis verið friðarligar og væl skipaðar.
Okkara krøv eru ikki órímilig. Vit vilja bara hava okkara part av virðunum, ið verkafólk skapa.
Nú Vinnuhúsið er farið at hótta við løgreglu og dómsvaldi, er greitt, at vantandi virðingin fyri støðuna hjá verkafólki, sum vit upplivdu undir samráðingunum, eisini er galdandi í sambandi við verkfallið.
Vit fara at minna Vinnuhúsið á, at teirra limir eisini eftir, at semja er funnin, skulu hava føroysk verkafólk í starvi. Tá eru tílíkar hóttanir ikki nakað gott grundarlag.
Vinnuhúsið skuldi heldur kropið úr síni skotgrøv og víst virðing fyri verkafólki við eini lønarhækkan.