Í BetriPensjón verður samansparingin rentað við marknaðarrentu. Hagtøl vísa, at í longdini loysir seg at seta samansparingina í virðisbrøv.
Havnar Arbeiðarafelag hevur saman við BetriPensjón gjørt eina íløguætlan, har lutfallið millum íløgur í partabrøv og lánsbrøv er treytað av aldri og váðafýsni.
Í høvuðsheitum sveiggja partabrøvini mest í virði. Lánsbrøvini tryggja harafturímóti støðugleika.
Í byrjanini verður størri partur av samansparingini settur í partabrøv. Sum tú eldist, og samansparda upphæddin veksur, verður váðin minkaður við at seta lutfalsliga størri part í lánsbrøv.
Allir limir í Havnar Arbeiðsmannafelag eru sjálvvirkandi settir í íløgubólkin "B"
Nøktar “íløgubólkur B” ikki tín tørv, hevur tú møguleika at velja millum hesar íløgubólkar:
Vilt tú broyta tín íløgubólk, kanst tú venda sær til BetriPensjón, har tú skalt fylla út oyðublaðið ”Íløguavtala”.
Hesi eru váðastøðini