Lógin

Verandi lóg fyri Havnar Arbeiðarafelag varð samtykt á aðalfundi 29. desember í 1957 og endursamtykt á eykaaðalfundi 6. mars í 1958. Hon er framvegis í gildi við seinni broytingum - seinast á ársaðalfundinum 29. mars í 2014.

Endamálið hjá Havnar Arbeiðarafelag er at:

  1. At fylkja allar arbeiðsmenn til í felag at virka fyri betran av livikorum teirra.
  2. At fremja og menna felagsskapin og samanhaldið.
  3. At virka fyri, at ein og hvør arbeiðsmaður roknar tað sum skyldu sína ímóti sær sjálvum og felagsmonnum sínum at vera limur í felagnum.
  4. Við upplýsandi og upplærandi kjakfundum og fyrilestrum at royna at vekja áhuga millum limirnar fyri fíggjarligum og sosialum samfelagsspurningum.

Limur kann gerast ein og hvør arbeiðsmaður og spesialarbeiðari, ið er yvir 14 ár, og sum ikki hevur virkað móti arbeiðaranna áhugamálum ella er útkoyrdur úr einari arbeiðarasamskipan. Álitismenn og nevndarlimir skulu ikki hava forbrotið seg móti felagnum.

Les alla lógina fyri Havnar Arbeiðarafelag her