Spurningar

Her svara vit fleiri av teimum spurningum, sum limir ofta seta felagnum. Eru svarini ikki nøktandi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við skrivstovuna.

Fái eg løn, um eg gerist sjúkur?
Gerst tú sjúkur, er gjørligt at fáa dagpening úr sjúkradgapeningaskipanini hjá Almannaverkinum. Útgjaldið er í mesta lagi ein upphædd, sum svarar til 80% av eini arbeiðaraløn.

Veitingin verður vanliga roknað eftir meðalinntøkuni farnu fimm vikurnar undan sjúkrameldingini. Dagupphæddin er kr 825,21 + 12% í frítíðarískoyti

Hvat geri eg, um eg komi til skaða í arbeiði?
Øll arbeiðsfólk eru tryggjað mótvegis arbeiðsskaða. Ert tú fyri einum vanlukkutilburði á arbeiðsplássinum, er sera týdningarmikið at tryggja sær, at skaðatilburðurin eisini verður fráboðaður Føroya Vanlukkutryggingarráð innan eitt ár.

Tryggingin tekur ikki við, um fráboðanin kemur seinni enn eitt ár eftir skaðan. Vanlukkutryggingarráðið viðger, um skaðatilburðurin er fevndur av tryggingini.

Set teg endiliga í samband við felagið, sum kann hjálpa og ráðgeva, um tú hevur verið fyri einum arbeiðsvanlukkutilburði.

Havnar Arbeiðarafelag hevur hjálpt hópin av limum, sum eru komnir illa fyri.

Havi eg rætt til frítíðarløn?
Sum løntakari hevur tú lógartryggjað krav upp á frítíðarløn av allari løn, tú fært.

Frítíðarlønin er annaðhvørt 12% oman á lønina, og tú heldur frí uttan løn, ella er hon eitt frítíðarískoyti á 1,5% oman á lønina, og tú hevur rætt til frí við løn. Hetta seinna er bara galdandi fyri fastlønt.

Øll hava rætt til fimm vikur summarfrí, sum skal haldast í tíðarskeiðnum millum 1. mai og 1. oktober. Nær tú heldur frí, verður ásett í samráð við arbeiðsgevaran. Tú hevur ikki krav uppá at halda frí eitt ávíst tíðarskeið, men tú hevur rætt til fýra vikur samanhangandi frítíð í tíðarskeiðnum.

Arbeiðsgevarin ásetir, nær frítíðin skal haldast. Sambært lógini skal hetta gerast í samráð við løntakaran. Ger arbeiðsgevarin av, at tú skalt halda frí eitt ávíst tíðarskeið, skalt tú hava hetta at vita í góðari tíð frammanundan, tvs. vanliga ikki seinni enn 2-3 mánaðir, áðrenn tú skalt í summarfrí.

Hvat er uppsagnarfreistin?
Uppsagnarfreistin er knýtt at starvstíðini. Fyri tímalønt arbeiði er uppsagnarfreistin frá arbeiðsgevara:

Undir 6 mánaða starvstíð 5 arbeiðsdagar

Yvir  6 mánaða starvstíð 7 arbeiðsdagar

Meira enn 1 ára starvstíð 10 arbeiðsdagar

Meira enn 2 ára starvstíð 15 arbeiðsdagar

Meira enn 3 ára starvstíð 20 arbeiðsdagar

Meira enn 5 ára starvstíð 25 arbeiðsdagar

Sigur ein arbeiðari upp, sum hevur starvast meira enn tríggjar mánaðir, er uppsagnarfreistin fimm arbeiðsdagar, og hevur viðkomandi starvast meira enn seks mánaðir, er uppsagnarfreistin sjey arbeiðsdagar. Uppsøgnin skal vera skrivlig fyri báðar partar.

Um tú hevur starvast í minst níggju mánaðir hjá einum arbeiðsgevara, hevur tú rætt til at fáa skrivliga grundgeving fyri uppsøgnini, um tú biður um tað.

Hvussu við uppsagnartíð fyri fastlønt?
Er starvstíðin upp í eitt hálvt ár, er uppsagnarfreistin ein mánaði til ein 1. í mánaðinum

Er starvstíðin seks mánaðir upp í tvey ár, er uppsagnartíðin tveir mánaðir til ein 1. í mánaðinum

Er starvstíðin meira enn tvey ár, er uppsagnarfreistin tríggjar mánaðir til ein 1. í mánaðinum

Fyri arbeiðsfólk er uppsagnarfreistin ein mánaði til ein 1. í mánaðinum. Uppsøgnin skal vera skrivlig fyri báðar partar.

Um tú hevur starvast í minst níggju mánaðir hjá einum arbeiðsgevara, hevur tú rætt til at fáa skrivliga grundgeving fyri uppsøgnini, um tú biður um tað.

Um eg gerist arbeiðsleysur?
Um tú gerst arbeiðsleysur, hevur tú rætt til at fáa pening úr ALS. Arbeiðsloysisstuðulin verður roknaður eftir A-inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn arbeiðsloysið varð staðfest.

Mesta útgjaldið er 75% av móttiknu A-inntøkuni, tó í mesta lagi 17.500 kr. um mánaðin. Útrokningargrundarlagið broytist ikki, so leingi tú ert í skipanini.

Arbeiðir tú á fiskavirki, sum er í fiskavirkisskipanini hjá ALS, kanst tú søkja um arbeiðsloysisstuðul sum arbeiðsleysur á fiskavirki, um einki arbeiði er.

Hetta gert tú við at fylla út eina umsókn, sum tú fært frá ALS ella frá fiskavirkinum. Virkið váttar setanartilknýtið.