Summarhús

Summarhús

Felagið hevur eini summarhús í Skálavík. Til ber at bíleggja húsini við at ringja 312106 ella 590930 mánadag til hósdag milum kl. 10.00-16.00 og fríggjadag millum kl 10.00-12.00.

Hugnaligu húsini eru 117 fermetrar og standa í Hagabrekku 29.

Húsini standa væl fyri í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi. Frítt útsýni er niðan í dalin. Húsini sum eru ein hædd og innrættað soleiðis:

Inngongd, gongd, bryggers, hjúnarúm, tvey kømur, baðirúm við brúsu og gólvhita, køkur, stova og spísistova við útgongd til útigólv og urtagarð. Haraftrat er hjallur.

Seingjarpláss eru til 10 fólk.

Allir vanligir hentleikar eru í húsinum, tó skal leigarin sjálvur taka seingjarklæði, handklæði og vanligar toilettlutir við sær. Televarp og tráleyst internet er í húsinum.

Barnastólur og barnasong (ferðasong) eru eisini í húsinum.

Ikki er loyvt at roykja inni í húsinum. Heldur ikki er loyvt at hava húsdjór við sær í húsið.

 

 

Gjald
Leigugjaldið er 250 kr. um dagin fyri limir og 600 kr. um dagin fyri ikki limir.

Tey, ið ikki eru limir í felagnum, kunnu í fyrsta lagið bíleggja húsið 1 viku frammanundan leigutíðarskeiðnum.

Leigutíðarskeiðið verður roknað soleiðis, at leigarin tekur við húsunum innkomudagin kl. 12.00 og skal vera farin úr húsunum í seinasta lagi kl. 08.00 morgunin eftir, at leigumálið endar.

Gjaldast skal í minsta lagi fyri tveir dagar og í minsta lagi tríggjar dagar í vikuskiftinum, sum verður roknað frá fríggjadegi kl 12.00 til mánamorgun kl. 08.00.

Leigugjaldið skal flytast felagnum í seinasta lagi sjey dagar eftir bílegging og altíð í seinasta lagi sjey dagar undan, at leigutíðin byrjar.

Um bílagt verður minni enn 7 dagar, áðrenn leigutíðin byrjar, skal leigugjaldið gjaldast beinanvegin.

Gjaldast skal á kontu 9181-478.193.9 í Betri banka. Viðmerkjast skal navn og limanummar hjá leigaranum.