Trygging

Havnar Arbeiðarafelag hevur avtalu við Betri um lívstrygging fyri limirnar.

Tryggingin er kravd fyri allar limir undir 67 ár, sum hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin ella fáa stuðul úr ALS. Aðrir limir kunnu venda sær til felagið um at koma við í felags tryggingarskipanina.

Nær tekur tryggingin við
Limir, sum eru kravdur partur av felags tryggingarskipanini, eru tryggjaðir beinanvegin frá upptøku sum limir í felagnum.

Nær heldur tryggingin uppat
Tryggingin heldur uppat beinanvegin, tá tú ikki longur ert limur í felagnum, ella um treytirnar fyri kravdari luttøku í skipanini ikki longur eru loknar.

Um treytirnar fyri kravdari luttøku halda uppat, kunnu limir halda fram í skipanini. Limaskapurin heldur tá fram beinleiðis frá tí, at limurin ikki longur er kravdur at vera í henni. Treytin er, at tryggingargjald og limagjald verður rindað felagnum, at limurin er búðsitandi í Føroyum og at limurin ikki er farin at arbeiða undir sáttmálaøkið hjá øðrum fakfelag.

Um limur boðar frá, at hann er givin at arbeiða vegna sjúku, so kann felagið krevja at limurin letur felagnum læknaváttan.

Sí faldara her